Nr. 1819-635
Endamál: At lærararnir verða førir fyri at undirvísa í talvi á byrjanarstigi. Eftir skeiðið hava lærararnir neyðugu førleikarnir til at undirvísa í talvi einar 20-30 skúlatímar.
Innihald: Vit læra um serligu reglurnar at leypa í borg og taka í framlopi; at seta skák og mát við tveimum rókum, síðan við frúgv og kongi og at enda við róki og kongi; um serliga regluna patt; hvussu vit helst eiga at byrja eitt talv; um typisk temu í endatalvinum (t.e. tá ið bara fáa fólk eru eftir); og onnur blandað temu.
Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði, uppgávuloysing.
Málbólkur: Lærarar, sum annaðhvørt undirvísa ella ynskja at undirvísa í talvi í fólkaskúlanum, men ikki eru talvkønir.
Førleikakrøv: Luttakararnir skulu duga mannagongdina í talvi.
Undirvísing: Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi.
24. okt. 2018 kl. 09.00-14.00