Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-737
Styrkigrundað námsfrøði
Endamál: At geva luttakarum eitt styrkimál og innlit í ástøði handan styrkirnar. Luttakarar læra, hvussu til ber at fáa styrkirnar í spæl hjá sær sjálvum og øðrum. Endamálið er m.a. at geva næminginum eina kenslu av førleika og tryggleika at fara undir nýggjar og avbjóðandi uppgávur. 

Innihald: Styrkigrundað námsfrøði er sprottin úr positivari sálarfrøði og hevur vunnið fram kring allan heim, tí hon hevur havt sera góð úrslit, bæði tá tað snýr seg um tað fakliga og tað sálarliga. Skúlar, sum arbeiða við støði í styrkigrundaðari námsfrøði, taka støði í styrkjunum og førleikunum hjá næminginum. Tá ið arbeitt verður við støði í styrkjum, eru sannlíkindini fyri at koma í flow stór. Flow verður eisini kallað optimala læringarstøðan.

Á skeiðnum koma vit m.a. inn á:
  • Ástøði um styrkirnar.
  • Møguleika at taka talgilda styrkiroynd.
  • Vitan um, hvussu arbeiðast kann við styrkjum.
  • Uppskot um, hvussu farast kann undir at arbeiða við styrkjum.
  • Vitan um flow.
Skeiðssnið: Upplegg, videobrot, bólkar og kjak. 

Málbólkur: Allur skúlin. 
Tá ið ein skúli ynskir hetta skeiðið, skal leiðslan í fyrsta umfari venda sær til Nám. 

Undirvísing: Gitte Klein, Master of Positive Psychology og stud. cand. psyk.