Nr. 1819-340
Endamál: At geva íblástur til bókmentaundirvísingina í føroyskum í hádeild.
Innihald: Lisnar verða bókmentir, sum kunnu knýtast at ávísum støðum og søguligum hendingum í nærumhvørvinum. Umframt sagnir verða tekstir eftir m.a. Heðin Brú, William Heinesen, Jóanes Nielsen, Sólrúna Michelsen lisnir.
Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, útferð o.a.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í hádeild.
Fyrireiking: Luttakarar fáa boð um tekstir at lesa í góðari tíð undan skeiðnum.
Undirvísing: Vár í Ólavsstovu, ph.d., adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði.