Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-115
AKT 2.0 og inklusión
- modul 1 og 2
Í AKT- og inklusiónsútbúgvingini verða ítøkiligir virkismøguleikar knýttir tætt saman við ástøði.
Í fyrra modulinum verða førleikarnir hjá luttakarunum mentir, so teir gerast førir fyri at arbeiða inkluderandi/umfevnandi við læringarumhvørvum, fyribyrgjandi AKT-arbeiði, námsfrøðiligari greining av virkismøguleikum og við floksleiðslu. Harumframt verða luttakararnir førir fyri at vegleiða næmingar við serligum avbjóðingum. Dentur verður lagdur á at fáa næmingar at trívast, soleiðis at teir fáa kenslu av at eydnast í skúlanum.    
Í seinna modulinum verður arbeitt víðari við læringarumhvørvum og námsfrøðiligari greining av virkismøguleikum. Luttakararnir fáa eina rúgvu av frymlum og hugskotum at stuðla upp undir trivnaðin í skúlanum. Afturat hesum verður dentur lagdur á at vegleiða starvsfelagar, samstarvspartnarar og foreldur um AKT- og inklusiónsspurningar. 

Endamál: Endamálið við útbúgvingini er at menna yrkismálið hjá luttakarunum, hugleiðingar og virkismøguleikar við tí í hyggju at kunnu taka ábyrgd av at menna munadyggar og inkluderandi siðvenjur í skúlanum.   
Endamálið er eisini at menna førleikarnar at samstarva við børn, foreldur og starvsfelagar, bæði í mun til allan skúlan og einstakar næmingar.   
Útbúgvingin gevur AKT-lærarum og ?námsfrøðingum førleikar at arbeiða við ymiskum námsfrøðiligum hættum, bygnaðum og floksleiðsluhættum í mun til inklusión, atferð, trivnað og læring.    
Útbúgvingin skal harumframt betra yrkisligar førleikar og relatiónsførleikar og menna fyribyrgjandi og inkluderandi arbeiðið. Ymiskir skipanar- og vegleiðingarhættir í AKT- og inklusiónsarbeiðnum verða lýstir umframt nógv hugskot og tilfar. Støði verður tikið í gerandisdømum hjá luttakarunum, so allir næmingar kunnu eydnast og trívast best møguligt.  

Innihald: Byrjað verður við ástøði, sum verður knýtt at ítøkiligum siðvenjum og virkismøguleikum. 
Arbeitt verður við lógarteksti, ástøði og kørmum um AKT 2.0 og Inklusión. Á skránni verða eisini viðurkend ástøði, virkisroyndir, inklusiónsástøði og trivnaðarástøði. Arbeitt verður við læringarumhvørvi, læringarbygnaði (m.a. samvirkisnám og samvirkandi undirvísing) umframt ástøðiligum og ítøkiligum samstarvi við starvsfelagar. Lýstir verða eygberingar- og greiningarfrymlar umframt virkishættir, sum skulu skapa trivnað og læring, m.a. PUMA-tilfarið (Pædagogisk udredningsmateriale til AKT og specialundervisning eftir René Kristensen). 

Málbólkur: Lærarar og onnur, sum arbeiða við inkluderandi læringarumhvørvi og AKT-arbeiði, og sum vegleiða starvsfelagar í AKT- og inklusiónshøpi í skúlanum.

Undirvísing: René Kristensen, MSc, lektari (ábyrgd). Lýsing: kortlink.dk/t32p. Útgávur: kortlink.dk/he2q.
Jens Møller Andersen, námsfrøðiligur ráðgevi. Lýsing: kortlink.dk/tv5z.
Lene Milling Wadstrøm, námsfrøðiligur ráðgevi, UCL. Lýsing: kortlink.dk/tv63.

Hvørt skeiðsmodul er 42 lektiónir. 

Fyrra modulið:
6.-9. mai 2019 (4 x 7 lektiónir, René Kristensen)  
26.-27. august 2019  (2 x 7 lektiónir, Jens Møller Andersen)

Seinna modulið:
28.-31. oktober 2019 (4 x 7 lektiónir, René Kristensen)
21.-22. november 2019 (2 x 7 lektiónir, Lene Milling Wadstrøm)  

Lektiónir: 84
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
06. mai 2019 - 09. mai 2019 kl. 09.00-16.00
26. aug. 2019 - 27. aug. 2019 kl. 09.00-16.00
28. okt. 2019 - 31. okt. 2019 kl. 09.00-16.00
21. nov. 2019 - 22. nov. 2019 kl. 09.00-16.00