Nr. 1819-542
Endamál: Endamálið er, at luttakararnir, hvør sær ella í lærugreinatoymi, verða førir fyri at ráðleggja, fremja og eftirmeta eina undirvísingargongd, har kannandi støddfrøði er snúningsásin. Serligur dentur verður lagdur á málsliga økið og strategibrúkið hjá næmingunum.
Innihald: Gjøgnum dagin fara vit at arbeiða við:
- ymiskum tilgongdum í kannandi støddfrøði
- hví tað er umráðandi at leggja dent á málið í støddfrøðiundirvísingini, og hvussu lærarin kann stuðla upp undir, at møguligt er hjá næminginum at skifta millum dagligt mál og yrkismál og alsamt menna hetta
- at stuðla upp undir menningina av strategium í kannandi tilgongdum í støddfrøði
- formativari og summativari eftirmeting og afturboðan
Skeiðssnið: Skift verður millum framløgu og venjingar.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í støddfrøði.
Undirvísing: Marianne Thomsen, adjunktur á Københavns Professionshøjskole