Nr. 1819-738
Endamál: At geva luttakarum innlit í, hvussu heilin virkar, og hvussu vit læra við venjing, endurtøku og uppmerksemi. Harumframt eisini grundleggjandi innlit í mennandi og læstan hugburð, Grit og handlingsálit, og hvussu hesi tingini kunnu skapa blokeringar fyri okkara læring og trivnað.
Innihald: Við djúpum innliti í heilan og læringargongdina fær lærarin hugskot at skipa undirvísingina á ein hátt, sum stuðlar undir einum mennandi læringarumhørvi, har næmingarnir fáa trúnna á, at tað ikki eru evnini, sum mangla, men heldur teirra grundleggjandi fatan um egin evni. Við hesum innliti kann lærarin stuðla næminginum og hjálpa honum at vinna á blokeringum og fáa hann at skilja, at læring krevur nógva venjing og endurtøku.
Henda vitanin er eisini við til at styrkja um sálarheilsuna. Luttakararnir fáa vitan um:
- Hvussu heilin virkar í læringargongd.
- Mennandi og læstan hugburð.
- Grit.
- Lært hjálparloysi.
- Handlingsálit.
Skeiðssnið: Upplegg, videobrot, smá bólkaarbeiði og kjak.
Málbólkur: Allur skúlin.
Tá ið ein skúli ynskir hetta skeiðið, skal leiðslan í fyrsta umfari venda sær til Nám.
Undirvísing: Gitte Klein, Master of Positive Psychology og stud. cand. psyk.