Nr. 2324-36
- skeið í søgubókunum 4.- 6. flokk
Endamál:
At geva lærarum innlit í søgutilfarið til 4., 5. og 6. flokk, ið umfatar pappírsbók, i-bók og læraravegleiðing.
Innihald:
Skeiðið tekur støðið í søgutilfari, sum er gjørt til 4., 5. og 6. flokk. Farið verður ígjøgnum tilfarið við denti á tankarnar, sum liggja aftanfyri at gera søgutilfar til miðdeild. Komið verður inn á týdningin at hava søgutilfar, sum tekur støðið í føroyskari søgu og týdningin at knýta søgu og samtíð saman. Við ítøkiligum dømum verður víst á, hvussu pappírsbókin, i-bókin og læraravegleiðingin arbeiða saman.
Skeiðssnið:
Á skeiðnum verður skift ímillum upplegg, venjingar, orðaskifti og bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í søgu í miðdeild.
Undirvísing/lærari:
Gunvá Magnussen, ritstjóri.