Nr. 2324-42
Endamál:
At geva lærarum kunnleika og vitan innan: litir, styrki, ljós og skuggar, sum ítøkiliga miðling innan tekning, grafikk og máling, og hvussu hetta kann brúkast í undirvísingini.
Innihald:
Litlæran verður bæði ástøðilig og verklig og fevnir um bæði tað klassiska og tað meira sansaliga og skaldskaparliga. Luttakararnir gera venjingar bæði sjávstøðugt og í smærri bólkum. Luttakararnir fáa ymiskar uppgávur í sambandi við sjálvi at blanda og seta saman litir sum styrka um litfatan.
Arbeitt verður eisini við at menna førleikan at tulka litir og verk hjá hvørjum øðrum og føroyskum og útlendskum listafólkum. Dentur verður lagdur á at sparra og reflektera luttakaranna millum.
Skeiðssnið:
Verkstovan er samansett av smærri framløgum, sjálvstøðugum arbeiði og uppgávum. Møguleiki er fyri at fáa kunning um tilfar til víðari arbeiði aftaná.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í handverki og list.
Boð:
Ver í arbeiðsklæðum. Alt tilfar, sum verður nýtt á skeiðnum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Øll amboð og alt tilfar, sum vit brúka í arbeiðinum, stendur klárt frá byrjan, t.e. tekniblýantar, sverta, máling, vatnlitir og tilhoyrandi tilfar.
Undirvísing/lærari:
Edith Mørkøre og Pernille Mejslov, myndlistafólk.