Nr. 2021-55
Endamál: At geva lærarum kunning um og førleikar til at arbeiða við breytarverkætlanum á miðnámi.
Innihald: Arbeitt verður við uppgávuorðingum, næmingavegleiðing og próvdøming. Komið verður eisini inn á, hvussu tvørgreinaliga samspælið millum lærugreinarnar kann fremjast.
Skeiðssnið: Framløgur, bólkaarbeiði og orðaskifti.
Málbólkur: Miðnámsskúlalærarar
Lærarar: Óli Wolles og Karl A. Olsen, miðnámsskúlalærarar, útbúgvingarleiðarar og fyrrverandi lestrarvegleiðarar, og Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.