Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-1
Úrvalsbrúkaradagur
Høvuðsevni: Vitlíki (AI)


Endamálið við úrvalsbrúkaradegnum er at styrkja samskiftið og samstarvið millum Nám og Kt-vørðar og onnur, sum virka sum úrvalsbrúkarar úti á skúlunum.


Høvuðsevnið á degnum verður Vitlíki (AI), sum er háaktuelt, og hevur fylt nógv í kjakinum seinasta árið. Hugt verður at, hvussu vitlíki virkar og hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru við vitlíki í skúlahøpi.

 

Á degnum kunna kt-ráðgevar á Námi eisini um ymiskt á kt-økinum. Luttakarar fáa eisini møguleika at at geva afturboðanir til kt-ráðgevarnar. 

 

Skráin fyri úrvalsbrúkaradagin kemur seinni.


Tað er ikki avgjørt enn, hvar dagurin verður hildin. Nærri kunning um hetta kemur seinni. 

Málbólkur: Kt-vørðar og onnur sum fáast við kt í skúlunum
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
26. okt. 2023 kl. 09.00-15.00