Nr. 2324-29
Endamál:
Endamálið er at geva lærarum innlit í, hvussu Nem bøkurnar eru bygdar upp, og hvussu tær kunnu nýtast í undirvísinigini í miðdeildini. Skeiðið tekur støði í Nem í fimta, ið umfatar næmingabók, i-bók, mállærubók og læraravegleiðing.
Innihald:
Skeiðið tekur støðið í innihaldi, nýtslu og førleikamálum, og hvussu netbók/næmingabók og lærarabók arbeiða saman. Við ítøkiligum dømum verður komið nærri inn á bygnaðin í tilfarinum, tekstir, fakligu hugtøkini, arbeiðs- og eftirmetingarhættir. Tað verður kunnað um og arbeitt við øllum tilfarinum, tað vil siga næmingabókini, mállærubókini, læraravegleiðingini, tilfarinum á snar.fo og i-bókini, so lærarar fáa møguleika at kenna seg tryggar við tilfarið, áðrenn farið verður í gongd við at brúka tað í undirvísingini.
Skeiðssnið:
Framløga og luttakararnir sleppa at royna eina ella partar av eini undirvísingargongd.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í miðdeild.
Undirvísing:
Tóra Joensen, lærari.
Tilfar hjá luttakarum at hava við: Luttakararnir skulu hava teldu, Nem í fimta, Nem mál til fimta og lærararvegleiðingina við.