Endamál:
At geva støddfrøðilærarum betri førleikar at nýta telduforritið Excel.
Innihald:
Skeiðið vendir sær til allar lærarar, sum undirvísa í støddfrøði; bæði til teirra, sum ongan forkunnleika hava til Excel, og til teirra, sum eru von at nýta forritið. Byrjað verður við eini felags innleiðslu um, hvat Excel kann leggja aftur at undirvísingini, og har luttakararnir royna tey mest grundleggjandi amboðini. Síðan kunnu luttakararnir velja millum tveir bólkar. Annar bólkurin fær meiri venjing í at nýta amboð, sum verða brúkt í Excel í miðdeildini, og hin heldur fram við amboðum, sum verða nýtt í hádeildini. Arbeitt verður við uppgávum úr útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum.
Fyrireiking:
Teldu við forritinum Excel.
Undirvísing:
Heini Nygaard og Elin Henriksen.