Nr. 2324-46
Endamál:Við støði í bókini Skrivelyst at fáa undirvísingina í skriving stuttligari, lættari, meira viðkomandi og motiverandi, bæði fyri næmingarnar og fyri tykkum sum undirvísarar.
Innihald:
Skriving hevur eins og lesing avgerandi týdning fyri læringina, og fyri at verða góðir skrivarar, skulu næmingarnir skriva nógv. Vit fara at greiða frá okkara royndum við skriving í undirvísingini í donskum við ymsum smáum skrivivenjingum og koma vit hugskotum til at stimbra skrivihugin hjá øllum næmingum. Á verkstovuni koma vit eisini inn á, hvussu vit kunnu fáa meira rørslu inn í undirvísingina í donskum. Rørsla í undirvísingini økir um motivatiónina hjá næmingunum og hevur somuleiðis jaliga ávirkan á hugsavnan, læring og áhuga fyri lærugreinini.
Skeiðssnið:
Verkstova
Málbólkur:
Lærarar í donskum í fólkaskúlanum
Skeiðshaldarar:
Dorthe Rise og Ulla Maria Michaelsen