Nr. 2122-12
Endamál:
At geva orðblindalærarum, lesivegleiðarum og serlærarum innlit í, hvussu Kanningarsavnið verður nýtt.
Innihald:
Við hesum tilfari fáa lærarar amboð at kanna næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum. Kanningarsavnið fevnir um minniskanningar, málsligar kanningar, ljóðskipanarligar kanningar, formlæruligar kanningar og at kenna orð aftur. Greitt verður frá, hvussu tilfarið er ætlað at verða brúkt, og høvi verður at royna partar av tilfarinum.
Skeiðssnið:
Framløgur og bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Orðblindalærarar, lesivegleiðarar og serlærarar.
Undirvísing/lærari:
Liljan Thomsen og Mona Nattestad Steintún