Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-44
Bókmentalig háttaløg (nýggj dagfesting)
- føroyskt á miðnámi
Endamál: 
At geva lærarum innlit í grundleggjandi hugsanir og hugtøk í bókmentaligum háttaløgum, so at tey kunnu brúka amboðini í undirvísingini.

Innihald: 
Framløga um bókmentalig háttaløg, sum vit fara at brúka til at greina og tulka tekstir við. Arbeitt verður m.a. við ævisøguligum, nýkritiskum, strukturalistiskum, sálarfrøðiligum, reseptiónsestetiskum, ideologikritiskum, kynsorienteraðum, postkolonialum og økokritiskum háttalag. Teksttilfarið verður eldri og yngri bókmentir á føroyskum.

Málbólkur: 
Lærarar í føroyskum á miðnámi.

Fyrireiking: 
Tilfar verður sent luttakarunum at lesa áðrenn skeiðið.

Undirvísing: 
Kirsten Brix, fyrrverandi lektari, ph.d.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. nov. 2023 kl. 09.00-15.00