Nr. 2324-59
Endamál:
At læra og royna ástøði um hugsandi støddfrøðiundirvísing
Innihald:
Á skeiðnum verður greitt frá ástøði, men mest av øllum koma luttakararnir at arbeiða, sum gjørt verður í hugsandi flokshølinum. Farið verður ígjøgnum uppgávutypur, ið skeiðshaldarin hevur góðar royndir við. Tit fáa amboð, sum fáa tann mest friðarliga næmingin at tosa støddfrøðiliga, sum skapa sterka hugbinding í undirvísingini og virknar næmingar, ið gloyma at fara í fríkorter.
Skeiðssnið:
Framløga og bólkarbeiði
Málbólkur:
Lærarar í støddfrøði í fólkaskúlanum
Fyrireiking: Verið í góðum skóm, tí tit skulu standa stóran part av skeiðnum.
Undirvísing/lærari:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari.