Nr. 2324-47
Endamál:
Grundað á ástøði og royndir okkara sum lærarar at kanna menningarmøguleikarnar í mátanum, vit innrætta undirvísingarhølið.
Innihald:
Vit fara m.a. at skifta orð um, hvør innrætting og hvørjir lutir kunnu leggja lunnar undir betri næmingalagaðari undirvísingini og eitt nú kunnu skapa nýggjar karmar fyri leiklutinum, sum lærarin hevur. Vit fara at kanna, hvussu val og innrætting av undirvísingarhøli viðvirka til námsfrøðiligar tilgongdir og sostatt kunnu hava beinleiðis ávirkan á undirvísingina. Er samsvar millum ætlan okkara við undirvísingini og tað, ið hølið samskiftir?
Skeiðsháttur:
Skift verður millum ástøðiligar framløgur, praktiskar venjingar og hugleiðingar. Serligt atlit verður tikið at fremmandamálsundirvísingini, men skeiðið er viðkomandi fyri allar fakbólkar.
Málbólkur:
Lærarar og skúlaleiðslur
Skeiðshaldari:
Rikke Egeberg, stud.pæd. didaktik, materiel kultur. Námsráðgevi í PLC og fysiskum læringarrúmum, CFU, Absalon.