Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-73
Fjarundirvísing við Teams í føroyskum sum annaðmáli
Endamál:  
At geva lærarum í føroyskum sum annaðmáli amboð til at undirvísa við Teams.

Innihald: 
Fyrra dagin arbeiða vit við Teams og undirvísingartilfari:
  • Vit læra at upprætta leinki til undirvísing á Teams og at senda hesar til næmingarnar.
  • Vit læra at senda tilfar til næmingarnar.
  • Vit læra at deila skermin við næmingarnar og skipa bólkaarbeiði á netinum.
  • Vit kanna, hvat undirvísingartilfar hóskar til undirvísing á netinum, hvørjir undirvísingarhættir kunnu brúkast, og hvønn týdning hetta hevur fyri málbólkin.
 Sum fyrireiking til seinna dagin, sum er fjarundirvísing, skulu luttakararnir hvør sær skipa eina undirvísingargongd til fjarundirvísing (uml. 10 min. ), sum skal leggjast fram á skeiðinum.  
 
Skeiðssnið: Stuttur fyrilestur um Teams, royndir við Teams, bólkaarbeiði og kjak.
 
Málbólkur: Lærarar í føroyskum sum annaðmáli.
 
Undirvísing/lærari: Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, FSA Samskipari.

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu og smátalarar

Lektiónir: 5
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
31. okt. 2023 kl. 09.00-13.00