Nr. 2324-37
Endamál:
Endamálið er at menna evnini at fremja luttakandi og spennandi undirvísing í føroyskum bókmentum.
Innihald:
Á skeiðnum verður greitt frá hugtakinum kannandi bókmentafrálæra, og í verki royna at nýta hendan arbeiðshátt og menna hann í einum føroyskum høpi.
Skeiðssnið:
Skeiðið verður skipað við framløgum, bólkaarbeiðum og smærri undirvísingarroyndum.
Málbólkur:
Lærarar í føroyskum í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi.
Fyrireiking:
Luttakarar verða bidnir um at lesa tekstir um kannandi bókmentafrálæru, sum verða sendir 14 dagar áðrenn skeiðið.
Skeiðshaldari:
Páll Isholm, námslektari í føroyskum.
Tilfar hjá luttakarum at hava við: Tveir stuttar sjálvvaldar føroyskar bókmentatekstir, ið egna seg til aldursbólkin, ið viðkomandi undirvísir.